* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

“Acta Centaurus” til arbeiðis

Nýbygningurin hjá Acta Marine, walk-to-work-skipið “Acta Centaurus”, er handað eigarunum, og er nú í ferð við at byrja fyrstu uppgávuna í hav-vindorku. Hágóðska og neyvleiki í levering var avgerandi fyri Acta Marine, tá felagið bílegði nýggja skipið.

 

- Við fyrra skipi okkara av hesum slagnum sum grundarlag, kenna vit okkum sannførd um, at eisini nýggja skipið fer at rigga væl í frálandsvinnuni, og serliga í vinnuni, sum arbeiðir við endurnýggjandi orku. Nú eru vit tilreiðar at fara til arbeiðis, sigur Rob Boer, forstjóri í Acta Marine.

 

Við at kanna flotan, ið arbeiðir við líknandi uppgávum, sum nýggja skipið fer at arbeiði við, hava allir part gjørt sítt ítarsta at albøta og menna logistikkin umborð mest møguligt. Her eru til dømis lastaøki uppá 1000 ferðmetrar bæði undir taki og úti, við skinnaraskipan til bingjur og við góðum plássi til í alt 24 bingjur.

 

Alt lastaarbeiðið er á einum og sama dekki við trinleysari flyting til last- og starvsfólkalyftu - og víðari yvir til vindturbinurnar. Logistikkloysnirnar og útgerðarveitingin saman við aðrari menning í arbeiðinum er rættiliga nýskapandi.

 

Umborð er pláss fyri 120 fólkum. Gott pláss er til skrivstovur og onnur serlig arbeiðspláss. Messa og salongir hava millum annað bókasavn og spælirúm. Skipið hevur eisini baðstovu og venjingarhøli.

 

Kelda: Skipsrevyen