* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Normand Clipper, sum norska reiðaríið, Solstad, júst hevur gjørt 3-ára sáttmála til.

“Normand Clipper” fingið langan sáttmála

Tað gongur betri hjá norska reiðarínum, Solstad, í løtuni. Fyrr í vikuni gjørdi felagið trýára sáttmála til seks av skipum sínum, og nú hevur Solstad gjørt sáttmála við Global Marine Group um Norman Clipper.

Solstad hevur leingi ligið ómetaliga tungt fíggjarliga, men í løtuni eru fleiri glottar at hóma, tí felagið hevur bara hesa seinastu vikuna gjørt fleiri týðandi langtíðar sáttmálar.

Í sáttmálanum hjá Normand Clipper hevur Global Marine Group tryggjað sær framíhjárætt at leiga skipið í fimm ár aftrat, tá hesin sáttmálin gongur út um trý ár.

Normand Clipper skal stuðla kaðalarbeiði til nýggja orku, olju og gass, boðar Solstad Offshore frá.

Normand Clipper varð smíðaður í 2001 á Ulstein-skipasmiðjuni. Hann er 127,5 metrar langur og 27 metrar breiður. Pláss er fyri 102 fólkum umborð, og samlaða dekksøkið er 1.300 ferðmetrar.

 

Kelda: Skipsrevyen