* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Ársins \"Ship of the Year\" í Noregi, Ro vision.

Á hvørjum ári er kapping um at vinna heiðurin “Ársins skip” í Noregi, og í ár var tað skipið “Ro Vision, sum vann hendan heiðurin.

 

- Ship if the Year 2020 fer til eitt skipaslag, har Noreg er leiðandi í heiminum bæði inna tøkni og sniðgeving, segði norski fiskimálaráðharrin, Odd Emil Ingebrigtsen, tá hann lat henda høgt metta heiðurin í Bergen í gjár, mikudagin.

 

- Brunnbátaflotin heldur fram, og ársins vinnari prógvar, at satsa verður upp á lægri útlát og økta trygd. Og ein av undangongumonnunum er Odd Einar Sandøy, sum legði lunnar undir hesa framgongd við reiðarínum, Rostein, segði norski fiskimálaráðharrin.

 

Tað var Rostein AS, sum bílegði brunnbátin, Ro Vision, og hann er smíðaður á Larsnes Mek. Verkstaði AS. Skipskompetanse AS hevur sniðgivið bátin.

 

- Vit hava rikið brunnbátar í 32 ár og hava latið byggja í alt 25 nýbygningar. Fyri okkum hevur hetta verið eitt ævintýr. At vinna hesa kappingina er onki minni enn fantastiskt, sigur Odd Einar Sandøy, reiðari í Rostein.

 

Dómsnevndin til ársins Ship of the Year vísir á, at skipið hevur eina hybrid-framdráttarloysn og er útgjørt við nýggjastu tøknini fyri hetta slagið av skipum.

 

Heiðurin “Ship of the Year” verður latin einum skipi, sum er smíðað í Noregi – á norskari skipasmiðju. Tað eru lesararnir hjá Skipsrevyen, sum hvørt ár útnevna kandidatarnar til ársins skip, og tað er ein faknevnd, sum metir um og velur vinnandi skipið.

 

Kelda: Skipsrevyen