* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Reikferðaskipið, Roald Amundsen, á fyrsta royndartúri sínum um vikuskiftið.

“Roald Amundsen” á royndartúri

MS Roald Amundsen, sum norska Hurtigrutan eigur, er við at vera tilreiðar at fara í sigling. Um vikuskiftið var heimsins fyrsta blendingsriknað (hybrid) reikferðaskipið royndartúr.

 

-  Eg eri sera væl nøgdur við úrslitið av royndartúrinum. Øll starvsfólk á Kleven-skipasmiðjuni – saman við leverandørum, hava gjørt eitt frálíkt arbeiði við at gera skipið klárt til royndartúrin, sigur stjórin á Kleven-skipasmiðjuni, Olav Nakken.

 

MS Roald Amundsen er serútgjørt at sigla í krevjandi farvatni, og er um at vera liðugt saman við systurskipinum, MS Fridtjof Nansen, á Kleven-skipasmiðjuni í Ulsteinsvik í Noregi.

 

Norska rannsóknarskipið verður heimsins fyrsta blendingsriknað reikferðaskipið og hevur pláss til gott og væl 500 gestir. Tey bæði systurskipini eru útgjørd við stórum ravlaðspakkum og ísstyrktum skrokki.

 

Kelda: Skipsrevyen