* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Kavarar hava funnið \"Svarta kassan\" í vrakinum á X-Press Pearl.

Bjargingarfólk hava nú funnið “voyage data-upptakaran” ella “svarta kassan” í vrakinum á X-Press Pearl. Skipið liggur partvís sokkið eftir oyðileggjandi eldin í lastini, sum herjaði skipið í nærum tvær vikur. Kavarar kannaðu sunnudagin vrakið fyri oljulekar.

 

X-Press Pearl lá fyri akker bæði áðrenn eldin, og meðan eldurin herjaði, og manningin varð flutt av skipinum 25. mai.

 

Tískil verður hildið, at lítið og einki nýtt er at frætta úr svarta kassanum, men hetta eru kortini nýggjar keldur hjá myndugleikunum á Sri Lanka.

 

Kavarar hjá flotanum á Sri Lanka kannaðu vrakið sunnudagin, og sóu eingi tekin til oljudálking frá skipinum, sum hevði umleið 300 tons av bunkari umborð, tá tað kom til akkersplássið uttan fyri høvuðsstaðin, Colombo.

 

Hildið verður, at ein partur av oljuni er farin upp í royk.

 

Kelda: Maritime Executive / Maritimedanmark