
“Viking Energy” verður fyrsta frálandsskipið við ammoniakki
PSV-frálandsskipið hjá Eidesvik, Viking Energy,
verður heimsins fyrsta frálandsskip uttan útlát.
Tað kom fram á
tíðindafundi í Bergen í gjár, hósdagin.
ES hevur játtað
100 milliónir krónur (norskar) til eina maritima ES-ætlan, sum skal hava eina
brennisellu í eitt skip, sum verður rikið við ammoniakki. Við hesari ætlan
verður Viking Energy heimsins fyrsta frálandsskip, sum fer at sigla við
null-útláti.’’
Eidesvik eigur og
rekur Viking Energy, og tað hevur í 17 ár siglt fyri Equinor. Skipið hevur
siglt útgerð út til pallar hjá Equinor, og fer at halda fram við tí, eftir at
tað er vorðið útláts-frítt.
Í ætlanini
liggur, at Viking Energy skal hava ísettað eina 2 MW brennisellu, sum verður
rikin við grønum ammoniakki.
Nýggja
orkuskipanin fer at gera tað møguligt at sigla við reinum brennievni upp í
3.000 tímar um árið. Ætlanin skal prógva, at tað ber til at sigla leingi og
langt við størri skipum – við null-útláti.
Wärtsilä skal lata ammoniakkskipanina til Viking Energy, og
skipanin verður ísett seinast í 2023.
Kelda: Skipsrevyen