* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 
Remøy hevur verið hildin aftur í Murmansk síðani 10. mai.

Leggja Russland undir at bróta fólkarættin

13 dagar eru nú gingnir, síðani norski rækjutrolarin Remøy varð hildin aftur av russisku vaktar- og bjargingartænastuni. Síðani hevur skipið fingið noktað at fara úr Murmansk, har tað liggur fyri akkeri.

Norska Sjómannafelagið finst nú harðliga at russisku myndugleikunum.

– Vit mótmæla hvassliga, at russisku myndugleikarnir halda skip og manning sum gíðslar og bróta fólkarættin, skrivar Norska Sjómannafelagið í tíðindaskrivi.

Fakta

Remøy-málið

Russiska vaktar- og bjargingartænastan tók trolaran í Murmansk 10. mai.

Manningin á Remøy telur 17 mans, tveir føroyingar og 15 norðmenn.

Russisku myndugleikarnir hava kravt veðhald upp á 90 miljónir norskar krónur fyri at lata trolaran fara úr Murmansk.

Meðan bíðað verður eftir eini loysn, verður arbeitt við at fáa skift manningina út.

– Hinumegin alt vit og skil

Í tíðindaskrivinum vísir felagið á, at avleiðingarnar av støðuni er, at manningin ikki sleppur heim, og at reiðaríið missir nógvar pengar.

– Hetta er eitt átak frá russisku myndugleikunum hinumegin vit og skil, sigur leiðarin í Sjómannafelagnum, Johnny Hansen.

Norskir miðlar hava roynt at koma í samband við russisku sendistovuna í Norra fyri at fáa eina viðmerking til hørðu atfinningarnar frá sjómannafelagnum, men higartil uttan úrslit.

Orsøkin til, at trolarin verður hildin aftur skal vera, at ein feilur varð avdúkaður í loyvisskjølunum, sum trolarin skal hava fyri at kunna fiska í russiskum sjógvi. Norska Kystdirektoratið hevur av misgáum ikki krossað av fyri rækjuveiðu í umsóknini hjá rækjutrolaranum til russisku myndugleikarnar, sum tað átti at havt gjørt.

Navarsete krevur svar

Liv Signe Navarsete úr Senterflokkinum, sum eisini situr í uttanríkisnevndini, hevur biðið uttanríkisráðharran Børge Brende um svar upp á, hvat hann ætlar at gera fyri at fáa loyst málið.

– Hetta er eitt mál, har norski staturin hevur gjørt eitt mistak, men sum manningin á skipinum og reiðaríið nú noyðast at taka avleiðingarnar av. Tað er tí umráðandi, at norsku myndugleikarnir arbeiða skjótt fyri at loysa málið, skrivar Navarsete í viðmerkingunum til fyrispurning sín.

Brende hevur ikki svarað spurninginum enn.

Má bera skjótt at

Sjómannafelagið sigur, at uttanríkisráðharrin má bera skjótt at.

-Støðan kann bera í sær, at norsk arbeiðspláss koma í vanda, um onki hendir, sigur felagið.

Liv Signe Navarsete

- Eg vóni, at uttanríkisráðharrin raðfestir at fáa hetta í rættlag sum skjótast, sigur Johnny Hansen. Alt annað kann ikki góðtakast, leggur hann aftrat.

Kelda: maritime.no