* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Leggja sjókaðal millum Norra og Týskland

Ein 516 km langur sjókaðal við eini orku upp á 1,4 GW skal tryggja veiting av streymi millum Norra og Týskland. Jointventure verkætlanin NordLink millum norska Statnett og týska DC Nordseekabel kostar 2 mia evrur - ella 15 mia. kr.

Sambandið verður tilsamans 623 km langt, harav 516 km vera eftir havbotninum úr Vollesfjord í Suðurnorra til norðurtýsku strondina við Wilster. Sjókaðalin vigar 50 kg meturin, og verður lagdur av kaðalleggingarskipinum hjá Nexan Skagerak. 

Tá kaðalin er lagdur niður á havbotnin, fer frálandsskipið Polar King at grava kaðalin umleið ein metur niður í havbotninn alt eftir umstøðunum.

Fyrsti partur av teininum upp á 124 km úr norsku strondini til danska partin av Norðsjónum verður gjørdur í summar, upplýsir stjórin í Stattnet, Håkon Borgen.

“Eitt umfatandi vindorku undirstøðukervi er ment í Norðurtýsklandi. Hesin kaðalin fer at gera tað møguligt at fáa norska vatnorku og týska vind- og sólorku at samspæla. Tá sólin skínur og vindurin blæsur, kann hetta hava við sær yvirskot í Týsklandi, og vit kunnu keypa orku fyri ein skilagóðan prís. Tá lítil og ongin vindur er og sólin ikki skínur, kann hetta elva til eftirspurning í Týsklandi, og tey kunnu so keypa vatnorku frá okkum," sigur Håkon Borgen.

Øll verkætlanin skal eftir ætlanini verða liðug og klár at taka í nýtslu í 2020.

Kelda: Offshorewind