* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Heðin Mortensen, landsstýrismaður, hevur umskipað Landsverk.

Leiðslan á Landsverki skipað í tríggjar deildir

Eftir at stjórin á Landsverki varð sagdur úr starvi fyrr í vikuni orsakað at ónøgd við byggimálið viðvíkjandi Glasir, er Landsverk fyribils umskipað.

Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, hevur í dag gjørt av fyribils at skipa leiðsluna á Landsverki í tríggjar deildir, sum hvør sær koma at vísa til Samferðslumálaráðið.

Armgarð Steinhólm er sett sum leiðari á deildini fyri infrakervi, maskinur og framleiðslu.

Jón O. Sólsker er settur sum leiðari á deildini fyri nýbygging, prosjektering og viðlíkahald av bygningum.

Hans Albert Hansen er settur sum leiðari á deildini fyri stjórn- og samskipan.

Í tíðindaskrivi boðar Samferðslumálaráðið frá, at lýst verður eftir nýggjum stjóra til Landsverk fyrst í komandi ári.

Ein av høvuðsuppgávunum hjá nýggja stjóranum verður at umskipa stovnin í mun til tær avbjóðingar, sum liggja fyri framman.

Kelda: Samferðslumálaráðið