* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Reiðarar, sum leiga farmaskip uttan manning, skulu ikki longur fáa skattin hjá manningini endurgoldnan, uttan so at skipið er skrásett í FAS, ætlar Fíggjarmálaráðið.

Fíggjarmálaráðið mælir til at broyta skattalógina viðvíkjandi FAS, Føroysku altjóða skipaskránni.

Hetta verður gjørt fyri at styrkja umdømi Føroya sum skipaskrásetingarland.

Treytin er skráseting í FAS

Tað fer at bera til at leiga skip uttan manning og fáa skattin hjá manningini endurgoldnan, men treytin verður, at skipið er skrásett í FAS.

Illa ber til at siga, hvussu broytingin fer at ávirka skattaafturberingina.

Tað veldst um reiðaríini fara at skráseta skipini í FAS, tá lógin er broytt.

Fingu 54 mió. kr. aftur í fyrraárið

Ein kanning, sum varð gjørd í 2015, vísti, at reiðarí, sum leigaðu skip uttan manning og ikki høvdu tey í FAS, fingu 54 milliónir krónur aftur av skattinum hjá manningini.

Reiðarafelagið fyri farmaskip hevur havt uppskotið til hoyringar og hevur sum so einki í móti broytingini.

Felagið sigur tó, at tað líkist ongum, at eitt mál, sum hevur so eyðmerktar og munandi avleiðingar fyri vinnuna, verður sent til hoyringar við so stuttari freist. 

Vil hava longri skiftistíð

Felagið sigur eisini, at nógvar broytingar eru avgjørt neyðugar í uppskotinum og viðmerkingunum um tað, áðrenn felagið tekur undir við tí.

Felagið mælir millum annað til nógv longri skiftistíð enn Fíggjarmálaráðið ger. Felagið vil hava skiftistíðina heilt til 2028 og ikki 2018.

Kelda: kvf.fo