* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Leigugjøldini fyri norskar AHTS-arar tvífaldað

Ein stórur eftirspurningur eftir akkerhandfaringarskipum í Norra hevur havt vi sær, at leigugjøldini eru farin upp í loft og havt við sær, at bert eitt einstakt skip er tøkt. Seinast eru tríggir ATHS´arar leigaðir í 21 dagar fyri 120.000 norskar krónur um dagin. Hetta er tvífalt so nógv sum vikuna undan.

Tað var Spirit Energy, sum leigaði tey trý akkerhandfaringarskipini frá K Line, Havila og Solstad Farstad í 21 dagar at flyta pallin Island Innovator.

Aker BP hevur ikki viljað váttað leiguavtaluna við trý skip hjá Solstad Farstad, men teir fara væntandi seinni at vátta høgu príshækkingina.

Meðan tað sostatt bert er eitt tøkt skip í Norra í løtuni, eru seks skip tøk í Bretlandi, har dagsgjøldini tó framvegis liggja munandi lægri á umleið 8.500 dollarum.

Tilsamans eru 41 AHTS´arar lagdir í Norðsjóvarhavnum, meðan 18 eru í drift í Norra og 14 í Bretlandi. Eisini dagsgjøldini á PSV-arum eru hækkað munandi orsakað av fáu tøku skipunum og øktum eftirspurningi.

Kelda: TradeWinds.