* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Ongin hevur sæð Namze Bangzod síðani 28. desember í fjør.

Leita eftir horvnum tangabáti í Indonesia

Myndugleikarnir í Indonesa biðja nú skip og fiskimenn um hjálp í leitingini eftir 1.900 t.dv. stóra farmaskipinum, Namse Bangzod, sum hvarv hin 28. desember í fjør.

 

Seinast nakað sást til AIS-in á Namse Bangzod, var dagin eftir at skipið fór úr Bagendang við einari last av pálmaolju. Skipið hevði kós ímóti Jakarta.

 

Hin 7. januar sást AIS-urin aftur eitt lítið bil, men hvarv so aftur. Hóast leitað hevur verið síðani, so veit ongin at siga frá skipi og manning. Tólv fólk vóru við Namse Bangzod.

 

- Vit bíða framvegis eftir at frætta um støðuna hjá skipinum, so vit fara at mæla fólki frá at spekulera í, um tað er rænt ella ikki, sigur Baslan Damang, ið arbeiðir hjá havnarmyndugleikunum í Sampit í Indonesia.

 

Namze Bangzod siglir fyri Petronusa Niaga Energy og siglir undir indonesiskum flaggi.

 

Kelda: Søfart