* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Leita framvegis eftir níggju saknaðum monnum

Bjargingarfólk leita framvegis eftir níggju av monnunum á prámunum, sum Mærsk-skipið ’Mercosul Santos’ rendi á í Amazonánni 2. august. Tað upplýsir kunningarstjórin í Maersks Transport & Logistik division, Signe Brink Wagner, fyri Søfart.

- Brasilska dótturfelagið hjá Maersk hevur boðið sær at veita lokalu myndugleikunum alla møguliga hjálp í leitingini og bjargingarátakinum, skrivar Mercosul Line um seinastu gongdina.

Reiðaríið hjálpir í løtuni við útgerð í leitingini eftir teimum soknu prámunum.

Lokalu myndugleikarnir eru nú í ferð við at kanna, hvat ið hendi undir óhappinum, upplýsir Mercosul víðari.

'Mercosul Santos' við einum kapasiteti upp á 2.474 TEU sigldi 2. august kl 04.40 lokala tíð á fleiri smærri prámar í Amazonánni. Óhappið hendi uml. 78 fjórðingar úr Port of Santarem í landnyrðingspartinum av Brasilia.

'Mercosul Santos', ið siglur undir brailskum flaggi, sigldi ímóti streyminum við kós ímóti fjarskotna miljónabýnum Manaus miðskeiðis í Amazonas, tá óhappið hendi.

11 mans vóru umborð á prámunum. Bert tveir teirra eru higartil bjargaðir.

Kelda: soefart.dk