* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Nú verður leitað eftir skipbrotna farmaskipinum, Teman Niaga.

Fýra av manningini eru funnin á lívi, meðan leitað verður eftir 11, sum ikki eru komin afturíaftur, eftir at eitt indonesiskt farmaskip við sementi mánadagin sakk í Makassar Sundinum millum Kalimantan og Sulawesi.

 

Eingi visti nakað um hendingina, fyrr enn manningin á einari ferju leygardagin fann fýra sjófólk, sum krøktu seg í ein holvdan bjargingarbát.

 

Nú er stór leiting sett í verk til tess at finna tey 11, sum ikki eru komin afturíaftur.

 

Farmaskipið Teman Niaga var sambært kinverska tíðindastovnium Xinhua á veg frá Kalimantan til Sulawesi við einari manning upp á 15, tá ein røð av stórum aldum løgdu seg inn yvir skipið, og tað koppaði.

 

Tey fýra, sum higartil eru bjargað, eru tríggir menn, allir stýrimenn, og ein kvinna, sum var dekkari. Stýrimenninir eru ávikavist 19, 20 og 24 ára gamir, meðan kvinuligi dekkarin er 19 ára gomul.

 

Farmaskipið var smíðað í 1990 og sigldi undir indonesiskum flaggi.

 

Kelda: Maritimedanmark/VOI.id