* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Leitaðu til fánýtis eftir kvinnu

Myndugleikarnir í Avstralia hava avblást leitingina eftir einari 47 ára gamlari kvinnu, sum datt fyri borð av ferðafólkaskipinum, Pacific Dawn.

47 ára gamla kvinnan datt fyri borð hóskvøldið í farnu viku – umleið 300 kilometrar vestanfyri New Caledonia. Skipið hevði kós móti Brisbane, og 47 ára gamla kvinnan, sum var á ferð saman við manninum, búði í Brisbane.

 

Veðrið var einki serligt hetta kvøldið, vindur, og aldan var millum fýra og fimm metrar høg. Horvna kvinnan hevði sjóverk, og hon var farin á ovasta dekkið at fáa sær fríska luft. Fjøruti metrar vóru niður á sjógv.

 

Sambært news.com.au sá eitt vitni kvinnuna fara yvir at lúnningini at spýggja, og tá hon helvti seg út yvir lúnningina, misti hon fótafestið, og datt fyri borð.

 

Pacific Dawn leitaði eftir kvinnuni alt kvøldið og alla náttina til út á fyrrapartin, men uttan úrslit. Veðrið var soleiðis hátta, at mett varð, at ongin møguleiki var at yvirliva í tí veðrinum so leingi.

 

Tað var í samráð við reiðaríið og myndugleikarnar, at avgerðin varð tikin at sigla víðari til Brisbane.

 

Pacific Dawn fór úr Australia fyri einari góðari viku síðani á eina vikulanga ferð til Vanuatu og New Caledonia, og var nú á veg heim aftur til Brisbane.

 

Kelda: BBC News og news.com.au