* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Leitingin eftir djóraflutningsskipinum, Gulf Livestock 1, er nú steðgað. Ongar vónir eru um at finna fleiri á lívi.

Japonsku myngudleikarnir hava steðgað leitingini eftir teimum 41 av mannigini á Gulf Livestock 1, sum ikki eru komin afturíaftur, eftir at skipið sakk í ódnarveðri fyri níggju døgum síðan. Aftrat manningini vóru 5.800 neyt umborð á skipinum.

 

Bara tríggir av manningini upp á íalt 43, eru funnir, tveir teirra vóru á lívi. Og nú hava japonsku myndugleikarnir mist vónina um at finna fleiri á lívi.

 

Djóraflutningsskipið var á veg úr Nýsælandi til Kina við teimum 5.800 neytunum.

 

Ein avstraliari umborð sendi eitt sjónbandabrot í land dagin fyri skipbrotið, og tað vísir, hvussu sjógvur skolar inn í skipið.

 

Gulf Livestock 1 varð smíðað sum bingjuskip í 2002, og tað kundi taka 603 teu. Seinni varð skipið broytt at kunna sigla við krýatúrum, hetta varð gjørt í 2012.

 

Gulf Navigation átti skipið, og felagið hevur eisini tvey onnur skip í flotanum, sum bæði eru umbygd til djóraflutningsskip. Annað teirra varð smíðað í 1973 og umbygt tíggju ár seinni, og hitt varð smíðað í 1975 og varð umbygt at kunna taka sær av djóraflutningi í 2014.

 

Kelda: Maritime Danmark