* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Leki við evnfrøði lak úr einari bingju umborð á M/S Mistral, meðan skipið lá við bryggju í Zeebrugge í Belgia mánadagin í hesi vikuni.

Leki við evnafrøði steðgaði arbeiði í Zeebrugge

Okkurt slag av evnafrøði lak úr finska bingjuskipinum, M/S Mistral, í havnini í Zeebrugge í Belgia seinnapartin mánadagin í hesi vikuni. Arbeiðsfólk í havnini vórðu flutt burtur av trygdarávum.

 

- Vit kunnu vátta, at ein av bingjunum umborð á Ro-Ro M/S Mistral lak eitt evni. Bingjan varð beinanvegin beind burtur av skipinum, og tilbúgvingarfólk kom eisini á staðið beinanvegin. Innihaldið í bingjuni varð pumpað yvir í ein aðra bingju.

 

- Støðan varð loyst skjótt og trygt, sigur talsmaðurin í havnini í Zeebrugge við World Maritime News.

 

Ølli lossing varð steðgað.

 

Enn er ikki greitt, hvat slag av evnafrøði, talan var um, ella hvussu nógv lak út.

 

Mistral er smíðaður í 1999, og Godby Shipping eigur skipið, sum P & O hevur leigað til eina farleið millum Stórabretland og Belgia.

 

Kelda: Maritime Danmark