
Fyrsta kornskipið, sum fór úr Ukraine sambært avtaluni millum Russland og Ukraina, kom til Libanon fyri nøkrum døgum síðan, men Libanon vildi ikki vita av skpinum. Orsøkin skuldi vera, at skipið var 5 mánaðir seinkað (umleið tíðin, síðan Russland leyp á Ukraina). Tískil lá skipið og sigldi aftur og fram hesar dagarnar.
Turkiski umboðsmaðurin hjá skipinum gav boð um, at tað skuldi fara úr Libanon til Egyptalands, har ein partur av korninum skuldi lossast.
Razoni, sum kornskipið eitur, sigldi úr Odessa í Ukraina hin 1. august. Síðan eru 11 skip aftrat farin úr Ukraina við korni.
Í dag liggur skipið fyri akker út fyri havnina í Mersin í Turkalandi.
Kadir Soyer, umboðsmaður hjá reiðarínum, Toros, í Mersin, sigur, at skipið fer at lossa 1.500 tons av maisi í Turkalandi, og fer síðan at lossa 26.527 tons í Egyptalandi.
“Toros” hevði bara við lossingina í Turkalandi at gera, og hevði einki við túrin til Egyptalands at gera.
Kornskipini úr Ukraina geva eitt vet av vón um eina frægar framtíð, halda fólk innan farmavinnuna.
Kelda: gCaptain