* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Libya heldur norðurkoreanskum oljutangaskipi aftur

Libyskir myndugleikar siga, at teir halda einum norðurkoreanskum tangaskipi aftur, sum hevur lastað olju í einum umráði í landinum, sum uppreistrardeildir hava valdið á. 

Ein talsmaður fyri almenna oljufelagið í Libya sigur, at tangaskipið varð steðgað, tá tað royndi at fara úr Libya við tí, hann kallar eini ólógligari oljulast úr eini havn, sum er undir eftirliti av uppreistrarmonnum. Ongin skaði er gjørdur á skipið, verður upplýst.

Skipið hevur fingið boð um at fylgja við til eina aðra havn har vesturi í Libya, verður sagt.

Ein talsmaður fyri uppreistrarmenninar sigur, at upplýsingarnar ikki eru sannar.

Hóttu við bumbum

Støðan var rættuliga spent kring skipið um vikuskiftið. Libysku myndugleikarnir hóttu við at bumba tangaskipið, sum skal hava eina last av olju umborð til eitt virði av 36 miljónir dollarum ella umleið 215 miljónir krónur.

Libyski forsætisráðharrin Ali Zeidan gjørdi greitt, at skipið kundi verða bumbað, um tað fór úr havnini, og libyska hermegin legði bátar í innsiglingina til tess at forða tangaskipinum at sleppa út. Libyski oljumálaráðharrin hevur sagt, at norðurkoreanska skipið ikki sleppur út í altjóða sjógv.

Uppreistrarmenninir svaraðu aftur við at siga, at eitt álop á norðurkoreanska skipið fór at verða uppfatað sum ein kríggsavbjóðing.

Hava valdið á trimum havnum

Stríðið um oljuríkidømið í Libya er tekin um framhaldandi ófrið og ruðuleika í landinum, eftir fallið hjá Muammar Gaddafis í 2011. Uppreistrarmenninir hava valdið á trimum havnum í eystara partinum av landinum.

Olja er týdningarmesta útflutningsvøran hjá Libya.