* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Hetta libyska vaktar- og bjargingarskipið skjeyt fleiri ferðir eftir lítla bátinum við flóttum - og royndi at sigla hann niður.

Trygdarlið hjá libysku sjóverjuni skutu sambært hjálparfelagsskapinum, Sea-Watch International, móti einum lítlum báti við flóttafólkum, meðan báturin var staddur í maltesisku SAR-sonuni. Sjónbandaupptøkur skulu vísa, hvussu manningin skjeyt móti bátinum.

 

Eitt eyðkenni fyri libysku sjóverjuna er, at hon sendir flóttafólk aftur til libyskar flóttafólkalegur, sum bera orð fyri at vera ógvuliga harðrendar móti flóttum. Umframt at skjóta eftir lítla flóttafólkabátinum, var hann fleiri ferðir um reppið at sigla lítla bátin niður, sæst í upptøkunum.

 

Eftirlitsflogfar hjá Sea-Watch tók hendingarnar upp, og úr flogfarinum varð heitt á libyska herskipið at gevast at skjóta móti flóttafólkunum og at halda seg longur burtur frá lítla bátinum.

 

Sea-Watch eyðmerkti sjóverjuskipið sum Ras Jadir, ið er eitt fyrrverandi skip úr Italia, og sum varð latið Libya sum gávu í 2017.

 

Skipið hevur fyrr verið blandað í átøk, sum milt sagt einki hava við bjargingararbeiði at gera, heldur beint øvugt, skrivar maritimedanmark.

 

Tá ein RIB-bátur hjá Sea-Watch 3 var í ferð við at bjarga flóttafólk upp úr Miðjarðarhavinum herfyri, kastaði manningin á hesum sama libyska skipinum lutir móti RIB-bátinum í royndini at oyðileggja bjargingararbeiðið. 50 flóttafólk druknaðu.

 

Sambært Amnesty International eru starvsfólk hjá Libisku Vaktar- og bjargingartænastuni kend fyri at samstarva við mannasmuglarar.

 

Kelda: Maritim Executive / Maritimedanmark