* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Bourbon Rhode, sum sakk í farnu viku.

Líkini av tveimum av manningini á Bourbon Rhode funnin aftrat

Franska reiðaríið, Bourbon, boðar nú frá, at í stóru leitingini eftir saknaðum eftir Bourbon Rhode-skipbrotið eru líkini av tveimum av manningini funnin aftrat.

Higartil eru tríggir av teimum ellivu saknaðu funnir, átta eru eftir.

Franska sjóverjan og amerikanska bjargingartænastan hjálpa Bourbon-reiðarínum í leitingini eftir teimum átta saknaðu.

Seinastu dagarnar eru fleiri skip og flogfør komin at leita, millum anna tíggju farmaskip, eitt Falcon 50-flogfar frá fronsku sjóverjuni og eitt C130 Hercules-flogfar frá US Coast Guards. Ein fronsk fregatt stjórnar og samskipar leitingina í umleið 40 økjum.

Í einum tíðindaskrivi leggur reiðaríið dent á, at leitingin heldur fram, og stjórin í Bourbon, Gael Bodénes, takkar øllum fyri sjálvbodnu hjálpina.

Bourbon Rhode fekk trupulleikar, tá tað varð rakt av einari stig-4 ódn í Karibiska havinum, og sakk einar 1.200 fjórðingar úr oynni Martinique.

Leygardagin vórðu tríggir av manningini bjargaðir á lívi. Teir vórðu tiknir upp úr einum lítlum bjargingarbáti.

Sambært NBC er Bourbon Rhode triðja skipið, sum er sokkið í ódnarveðri í sama øki seinastu 10 árini. Í oktober í 2012 sakk seglskipið, Bounty. Farmaskipið, El Faro, sakk við mann og mús í oktober í 2015. Manningin taldi 33.

Kelda: Bourbon/Maritime Danmark