* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Bingjuskipið One Apus misti 1.816 bingjur í ódnarveðri. Higartil størsti missurin, men verri enn so tann einasti. Nú kann ein donsk uppfinning síggja frammanundan og forða fyri ótemjandi skiparørslum, sum senda bingjur fyri borð.

 

Bingjumissir stava oftast frá tí, rópt verður parametic roll. Tað er ein røð av ótemjandi rørslum, sum styrkja hvørja aðra, so at skipið í stutta tí kann hella upp í 46 stig, og tá er tað, at bingjur fara fyri borð.

 

Nú hevur danska fyritøkan, Kjærulf Pedersen, í samstarvi við ein stóran danskan reiðara (ónevndur) ment eina skipan, sum við trimum sensorum kennir aftur tær umstøður, sum føra til parametic roll. Skipanin sendir boð til stýriskipanina umborð, so skipan og manning hava stundir at broyta kós.

 

“Parametic roll kann taka seg upp eftir bara átta aldusyklusar, sum vara fýra-fimm sekund hvør, og fyri hvørt rull kann hellingin tvífaldast. Tað er ógjørligt at forða fyri, tí tað gongur so skjótt, og støðan er ógvuliga vandamikil fyri øll,” sigur Ole Egelykke-Milandt, sølustjóru hjá Kjærulf Pedersen.

 

Afturfyri krevur tað bara, at kósin verður broytt eitt sindur, so rørslurnar hjá skipinum minka. Og tað er hetta nýggja skipanin skal hjálpa við.

 

Kelda: Maritimedanmark