* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Livar Nysted heiðraður á Sjómannadegnum

Um tveytíðina í dag komu bæði bátar og tyrlan inni eftir vágni við flaggi hangandi undan henni. Kershaw Stuart, sum róði saman við Livar um Indiska Havið við tRIO, varð fyrstur loraður niður í ein bát. Síðani Livar og hann hevur ikki dult fyri, at hann nóg illa torir uppá ein stól at standa, so tá stóð nógv á honum.

Teir komu tó í land í øllum góðum og fóru uppá stóra pallin, har nógv fólk savnaðust, hóast tað regnaði illa. Borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim helt røður fyri teimum og fegnaðist um brøgd teirra. Til seinast handaði hann teimum gávur og blúmutyssi frá býráðnum.

Eisini borgarstjórin í Norðdepli, Kartin Næs helt røðu fyri sjógarpunum Livari Nysted og Kershaw Stuart. Hon tók afturí søguna, har forfeðrar Livar vóru kendir, sum raskir á sjógv og við árini. Serliga pápin, sum var so fyri komandi við lítlabáti hjá Másanum og dugdi so væl at handfara hann í øllum verði, sum var hann eitt leikapetti.

Livar takkaði fyri og greiddi skemtiliga frá, hvussu væl teir vóru fagnaðir allar staðir. Hann hevði verið í tveimum handlum í Klaksvík og keypt okkurt smávegis og í báðum førum varð sagt við Livar: Tú ert so raskur og fittur; hatta skalt tú einki gjalda fyri. Stuart Kershaw, sum var við honum á ferðini, hevði sagt við Livar við røttum skotskum skálkasmíli: Hví keypir tú ikki bara ein bil? Og so flenti Livar so hjartaliga og mannamúgvan saman við honum.

Stuart Kershaw takkaði eisini stutt fyri gestablíðni, hann hevði møtt alla staðni og serliga takkaði hann konu Livar Nysted fyri at hava havt tað ómetaliga gott hjá teimum.

Stuart Kershaw, sum er frá Liverpool og er filmmaður, ger ein dokumentarfilm um ferðina um Indiska Havið við tRIO og ætlandi koma onkur brot úr Føroyum við í filmin, tá ið hann seinni verður vístur runt um í heiminum.

Kelda: in.fo

www.antares.fo / Martin Sonny