* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Heimsins størsta LNG-skip, CMA CGM Jacques Saadé, hevur júst verið í Hamburg fyri fyrstu ferð. Hetta var samstundis jomfrúferðin hjá hesum risastóra skipinum.

Nýggja risastóra bingjuskipið hjá franska CMA CGM, Jacques Saadé, vitjaði fyri fyrstu ferð havnina í Hamburg, Eurogate Terminalin, sunnudagin. Skipið er sett inn á farleiðini millum Asia og Evropa við fastari havn í Hamburg.

 

- Vit eru fegin um at bjóða heimsins størsta LNG-rikna bingjuskipi, CMA CGM Jacques Saadé, vælkomnum til Port of Hamburg, sigur Jens Meier, forstjóri fyri havnamyndugleikarnar í Hamburg.

 

 - Fyri okkum er hendan vitjanin slóðbrótandi fyri CMA CGM og fyri alla vinnuni  fyri burðardygd og framtíðar tøkni, leggur hann aftrat.

 

LNG-rikna “megamax-skipið” er fyrst og fremst vinningur í sambandi við útlátið av svávultvísúrni, sum verður minkað við 99 prosentum, og av NOx, sum verður minkað við 85 prosentum í mun til vanligar skipamotorar. CO2-útlátið minkar ikki so nógv, men kortini við 20 prosentum.

 

Skipið er útgjørt við veldugum tangum, sum rúma 18.600 kubikk av LNG – nóg mikið at dríva skipið, sum er 23.112 teu stórt. Farleiðin úr Asia til Evropa er 23.372 fjórðingar.

 

Á hesum fyrsta túrinum úr Asia til Evropa hevði skipið 20.723 bingjur umborð, og tað er heimsmet.

 

Kelda: Port of Hamburg / Maritime Danmark