* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

LNG-terminalur møguliga veruleiki í Hamborg í 2022

Ein miljardadýrur terminalur til flótandi natúrgass, LNG, kann vera á veg tætt við Hamborg. Verður hann veruleiki, fer terminalurin at minka tørvin hjá Týsklandi á at innflyta gass úr Russlandi og øðrum londum munandi, sigur ein av partnarunum aftanfyri verkætlanina sambært Bloomberg News.

Sambært ætlanini skal terminalurin staðsetast í havnini í Brunsbüttel, sum liggur við munnan av ánni Elben í útnyrðing úr Hamborg. Hann verður førur fyri at innflyta fimm mia. rúmmetrar av gassi um árið, sum svarar til 10 pst. av árliga innflutninginum av russiskum gassi.

Tað verður harumframt møguligt hjá skipum at taka LNG.

Kostnaðurin av terminalinum verður 300-500 mió. evrur – ella tað sum svarar til millum 2,2 og 3,7 mia. kr. 

Aftanfyri verkætlanina standa tey trý feløgini Nederlandse Gasunie NV, Koninklijke Vopak NV og Oiltanking GmbH. Tey halda, at terminalurin kann minka bundinskapin hjá Týsklandi av gassi úr Russland og harvið styrkja landið geopolitiskt.

Tað kann kanska koma væl við hjá Týsklandi, og vit halda, at tað kann hjálpa landinum og ídnaðinum til fjølbroytni og at fáa góð kort á hondina í samráðingum," sigur Marcel Tijhuis, business manager í Nederlandse Gasunie, við Bloomberg News.

Feløgini skulu nú kanna áhugan fyri Brunsbüttel-terminalinum, áðrenn endalig avgerð verður tikin í 2019. Síðani kann terminalurin verða klárur í 2022.

Kelda: shippingwatch.dk