* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Farmaflogfar.

Tað er ikki bara sjóferðslan, sum roynir av flyta yvir til veðurlagsvinarligari brennievni. Við danska Mærsk sum alt størri leikara í loftvegis farmaflutningi, verður støðugt størri dentur lagdur á, hvussu tú kanst ferma loftvegis CO2-nevtralt.

 

- Ímynda tær eitt baðikar, har vatnið fossar úr krananum, og vatni í baðikarinum bara veksur. Í staðin fyri at skrúva kranan fyri heilt, skrúvar tú bara eitt sindur fyri; vatnið rennur framvegis, og vatnstøðan í baðikarinum hækkar alsamt, bara ikki so skjótt sum frammanundan.

 

Tað er myndin, sum Marianne Lund, granskari á CICERO, sum er miðstøð fyri altjóða veðurlagsgransking í Noregi, nýtir at mynda avleiðingarnar fyrstu mánaðirnar, tá samfeløg vórðu lokað niður orsakað av koronusmittuni. Og her snýr tað seg altso um, hvørja ávirkan niðurlokingin hevði á CO2-úlátið í flogvinnuni.

 

Søfart skrivar, at teir mánaðirnar, mars, apríl og mai í 2020, minkaði samlaða flogferðslan við 75 prosentum, og tað var ein vinningur í CO2-útlátinum, tí hesa tíðina minkaði CO2-útlátið 60 prosent.

 

Eitt átak, sum skal hjálpa flogvinnuni at minka CO2-útláti, er brennievnið SAF – eitt eindarnavn fyri sustainable aviation fuel, burðardygt brennievni til flogfør. SAF kann minka CO2-útlátið við upp í 80 prosent.

 

Sveisiska logistikkfelagið, Kuehne + Nagel, byrjaði í farnu viku at bjóða kundum sínum hetta brennievnið.

 

Kelda: Søfart