* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Velduga krassjið í alheims veitingarliðunum hevur avdúkað, at bingjufarstøðirnar í USA eru veika liðið, tá valdsmiklir amerikanskir brúkarar fáa eftirspurningin eftir innflutningsvørum at vaksa ógvusliga.

 

Síðan koronufarsóttin byrjaði at gera um seg, og serliga hetta seinasta árið, eru fløskuhálsar komnir í veitingarliðini aftur og aftur. Skip hava ligið í bíðirøð at sleppa til bryggju at lossa, og hava verið noydd at bíða í vikur, áðrenn tey eru sloppin framat.

 

Ímeðan minkar vørutalið á handilshillunum kring um í heiminum, og prísurin hækkar, bæði á á handilsvørunum og á farmaflutninginum.

 

Og her er tað, at USA hevur tapt so dyggiliga, tí amerikonsku havnirnar vísa seg illa skipaðar, og tað er har, veika liðið í veitingarketuni er, fyrst og fremst.

 

Har afturímóti hevur Kina undirstrikað egna leiklut sín sum alheims valdsfaktorur – eisini tá tað snýr seg um virknan logistikk.

 

Kina hevur lært tað, men USA hevur mist takið fullkomiliga. Seinasta niðurdøtturin í alheims veitingarliðunum ella veitingarketuni hevur avdúkað eina røð av sannleikum um valdsbýtið í ligistikkinum á klótuni.

 

Soleiðis ljóðar greiningin hjá leiðandi greinaranum, Peter Sand, frá altóða reiðarasamtakinum, Bimco.

 

Kelda: Søfart