* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Mette Frederiksen, forsætisráðharri, í Vestmanna á vitjanini hjá forsætisráðharranum í Føroyum herfyri.

Løgmaður á fund við Mette Frederiksen og Kim Kielsen

Løgmaður skal komandi dagarnar hitta Margrethu drotning og danska forsætismálaráðharran og grønlendska landsstýrisformannin.

 

Týsdagin verður fundur millum Bárð á Steig Nielsen, løgmann, danska forsætisráðharran, Mette Frederiksen, og grønlendska landsstýrisformannin, Kim Kielsen. Fundurin verður í Keypmannahavn.

 

Á fundinum fara stjórnarleiðararnir í ríkisfelagsskapinum at umrøða fleiri mál. Millum annað skulu tey skifta orð um arktis.

 

Í Danmark skal løgmaður eisini hitta Margrethu drotning.

 

Kelda: Løgmansskrivstovan