* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Løgmaður vitjar í Skotlandi og Onglandi

Løgmaður fer í dag til Bretlands, har fleiri fundir eru á skránni í Skotlandi og í Onglandi.


Í morgin hittir løgmaður bæði Alex Salmond, fyrstaráðharra Skotlands, og Alistair Carmichel, ið er ráðharri hjá bretsku stjórnini í skotskum viðurskiftum.


Á fundunum verða fleiri ymisk viðurskifti umrødd, eitt nú oljuvinna, útbúgving og fiskivinna. Eisini fara Alex Salmond og Alistair Carmichael hvør í sínum lagi at kunna um skotsku sjálvstýristilgongdina.


Á ferðini í Bretlandi skal løgmaður eisini hitta aðalskrivaran í NASCO, formannin í føroysku tingnevndini í bretska tinginum og umboð fyri stjórnina í Hetlandi. 


Hóskvøldið tekur løgmaður lut í flaggdagshaldinum hjá sendistovu Føroya í London. 


Kelda: tinganes.fo