* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Eldurin umborð á Scandinavian Star kravdi 159 mannalív.

Danski løgmálaráðharrin, Nick Hækkerup, lat í samráði í Fólkatingsins Rættarnevnd í gjár hurðina upp á glopp fyri at gera nýggja kanning í sambandi við ógreidda eldibrandin umborð á Scandinavian Star, sum kravdi 159 mannalív.

 

Danska løgverjan kannaði ongantíð eigara- og tryggingarviðurskiftini hjá Scandinavian Star av álvara. Tað var annars teirra uppgáva í sambandi við kanningararbeiðið.

 

Tískil er greiða ongantíð fingin á, um eitt fíggjarligt motiv møguliga var fyri tryggingarsviki. Vantandi kanningarnar hjá donsku løgverjuni vórðu vendar og snaraðar í einari hoyring á Christiansborg í oktober, og tað er orsøkin til stigið hjá løgmálaráðharranum.

 

- Fleiri hava reist spurningin um ognar- og tryggingarviðurskiftini. Kunnu vit finna ein frymil, har hetta kann verða kannað, so vil eg virka fyri, at tað verður gjørt, segði Nick Hækkerup í samráðnum.

 

Løgmálaráðharrin fer nú at tosa við politisku flokkarnar á Christiansborg fyri at finna útav, um meiriluti er fyri einari nýggjari kanning – og hvussu ein slík kanning skal gerast.

 

- Vit skulu kortini ansa eftir ikki at fyrigykla okkum, at hetta fer at uppklára málið, legði hann aftrat.

 

Jens Rohde, fólkatingsmaður hjá teimum Radikalu, sigur, at ráðharrin skrivar Danmarkarsøgu við sínum opinleika.

 

Eisini Peter Skaarup, tingmaður hjá Danska Fólkaflokkinum, takkaði ráðharranum fyri, at hann er sinnaður at seta eina nýggja kanning í verk.

 

Kelda: Maritime Danmark