* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Løgtingið: So eru tunlarnir samtyktir

Nú er klárt at fara undir endaligu fyrireikingarnar av Føroya størstu verkætlan nakrantíð: Eysturoyartunlinum og Sandoyartunlinum. 

Eitt samt Løgting samtykti við aðru viðgerð í gjárkvøldið at gera tunlar undir Tangafjørð og Skopunarfjørð. Uppskotið varð samtykt við 29 atkvøðum fyri og ongari ímóti. 

Eftir ætlanini verður koyrandi ígjøgnum báðar tunlarnar í 2021. 

Eitt alment partafelag skal gera tunlarnar. Landið setur íalt 400 mió. kr. í felagið fram til 2024 sambært langtíðarløguætlan landsins. 

Landið veitir harumframt felagnum ein árligan rakstrarstuðul upp til 10 mió.kr., frá tí at Sandoyartunnilin er tikin í nýtslu (í 2020/2021). 

Eysturoyartunnilin verður gjørdur fyrst og skal eftir ætlan vera liðugur í 2018. 

Tá ið borað er ígjøgnum Eysturoyartunnilin, verður farið undir at bora Sandoyartunnilin, tó í seinasta lagi í 2018. 

Føroyingar skulu gera arbeiðið 

Undir aðru viðgerð í gjár legði rættarnevndin alstóran dent á, at so stórur partur sum gjørligt av arbeiðnum við báðum tunlunum verður gjørt av føroyingum, eins og verkætlanarmálið og útbjóðingartilfarið skal gerast á føroyskum. 

Jørgin Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, upplýsti í tinginum, at Fíggjarmálaráðið er farið undir at fyrireika stovningina av tunnilsfelagnum, at ætlanin er at bjóða grannskoðarauppgávuna út, og at miðað verður eftir at seta borin í til Eysturoyartunnilin í 2016.