* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Navion Britannia í fjøruni í India.

Løgverjan fer inn í mál um møguliga ólógliga upphøgging

Norska bakmansløgverjan, Økokrim, hevur rannsakað skrivstovurnar hjá Teekay Shipping í Stavanger, orsakað av illgruna um ólógligan útflutning av skipinum, Navion Britannia. Skipið varð seinni høgt upp á einari strond í India, sigur ríkisákærin hjá Økokrim.

 

Økokrim váttar í einum telduposti, at rannsakanin er farin fram, og at vitni á skrivstovuni hjá Teekay Shipping í Stavanger eru avhoyrd. Norska umhvørvisráðið hevur upplýst felagið um, at tað er undir illgruna fyri “ólógligan útflytning av avfalli, og at avfallið er skipið, Navion Britannia.

 

Tað sigur virkandi ríkisadvokaturin, Maria Bache Dahl.

 

Teekay Offshore seldi í 2018 tað 124.000 dwt stóra tangaskipið til Kalthia Shipbreaking-skipasmiðjuna í Alang í India.

 

Skipasmiðjan, sum framvegis nýtti háttin at lata skip sigla upp í fjøruna til upphøggingar, var ein av fyrstu skipasmiðjunum, sum fingu loyvið til hetta sambært Hong Kong-samtyktini hjá IMO um trygga og umhvørvisvinarliga upphøgging.

 

Teekay Offshore váttar fyri TradeWinds, at skrivstovur teirra í Noregi eru kannaðar, men felagið heldur uppá, at reglurnar í Hong Kong-samtyktini eru hildnar í sambandi við upphøggingina.

 

India, Bangladesh og Pakistan eru millum londini, har flest skip verða upphøgd, og tað hendir framvegis í stórum stíli við at skip við fullari ferð sigla upp í fjøruna at vera upphøgd – undir sera vánaligum viðirskiftum fyri arbeiðsfólkið og fyri umhvørvið.

 

Kelda: Maritime Danmark