* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Sámal Joensen á veg til arbeiðis.

Lønarinntøkur frá Útlandinum

 Metstórur partur av lønarinntøkunum verður vunnin uttanlands 19. feb. (12:00)

Lønir frá føroyingum í vinnu uttanlands vóru í 2011 tilsamans 850 mió. kr. Hetta svarar til 11% av øllum lønum, vunnar í Føroyum og uttanlands. Roknað í mun til bruttotjóðarúrtøkuna, svara hesar lønir frá uttanlandsvinnu til 6,5 prosent. Samanbera vit við onnur lond í Evropa, eru Føroya tað landið, sum fær nógv tað størsta ískoytið til búskapin frá lønum, sum verða tjentar uttanlands.Lønarflytingar millum Føroyar og útheimin eru lønarinntøka, sum øðrumegin er forvunnin hjá útlendskum arbeiðsgevara uttanfyri Føroyar, og hinumegin er lønir, sum føroyskir arbeiðsgevarar hava goldið útlendingum, sum hava arbeitt í Føroyum. Føroyingar, sum arbeiða uttanlands, arbeiða á landi (t.d. handverkarar), á sjónum (DIS, NIS, í frálandavinnu og á útlendskum fiskiskipum) ella í luftini (sum t.d. flogskiparar).

Lønirnar uttanlands øktar nógv og støðugt síðani 2004

Lønir frá føroyingum, sum arbeiða uttanlands, hava seinastu árini givið vaksandi íkast til føroyska samfelagið. Henda lønarinntøkan lá um stívliga 300 mió. kr. árini 1998-2004. Men síðani tá er hon vaksin í stórum á hvørjum ári, so at í 2011 arbeiddu føroyingar uttanlands fyri 850 mió. kr. Hinumegin eru lønarútreiðslurnar til fólk, sum hava arbeitt í Føroyum men búð uttanlands, eisini vaksnar nakað síðani 2004, úr uml. 100 til uml. 200 mió. kr. Eitt lítið fall varð av fíggjarkreppuni í 2008, men í 2011 eru hesar lønarútreiðslurnar næstan komnar upp aftur á sama støði sum áðrenn fíggjarkreppuna.