* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

London verður framvegis miðdepil fyri sjórættarmálum

London er heimsins miðdepil, tá tað kemur til sjórættarmál, og tað fer Brexit ikki at broyta, hóast onnur royna at víðka sín marknaðarlut. Tað stendur í eini frágreiðing frá Holman Fenwick Willan (HFW).

Niðurstøðan í frágreiðingini er, at tey 1.700 sjórættarmálini hjá London Maritime Arbitrators Associations (LMAA) lógu langt omanfyri aðrar slíkar deplar í heiminum í sambandi við handfaring av ósemjum, og advokatfyritøkan, ið hevur skrivað frágreiðingina, væntar ikki, at hetta verður broytt.

“Talið vísir, at ídnaðurin framvegis tekur London framum, sum í løtuni tekur sær av meira enn 80 pst. av øllum sjórættarmálum,” stendur í frágreiðingini frá HFW.

Fleiri evropeiskar advokatfyritøkur hava stúrt fyri, hvørja ávirkan Brexit fór at hava á leiklutin hjá London í gerðarrættarhøpi, men HFW-advokatarnir vísa á, at Brexit onga ávirkan fer at hava á altjóða handfaringina av LMAA-dómsstólaavgerðum.

Brexit er ikki orsøkin, men hevur tó verið við í myndini í sambandi við stovnanina av einum nýggjum norðurlendskum gerðarrætti, sum m.a. Dansk Maritime stuðlar. 

“Ein norðurlendskur gerðarrættur fer at geva donskum sjóvinnuveitarum møguleika at velja Danmark, tá trætumál skulu loysast, ístaðin fyri sjógerðarrættin ella dómstólar í London. Ein av høvuðsfyrimununum við hesum er, at tað væntandi verður munandi bíligari at fara gjøgnum dómstólarnar,” segði Jenny N. Braat, stjóri, tá Danske Maritime alment boðaði frá stuðuli sínum til ein norðurlendskan gerðarrætt.

Kelda: TradeWinds