* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Stena Scandica er júst longd 36 metrar og fer nú aftur í sigling í Eystursjónum.

Stena Scandica, sum hoyrir heima í Stokkhólmi, er júst longd og latin eigarunum aftur. Ferjan er sostatt tilreiðar at fara í sigling aftur í Eystursjónum.

 

Ro-Pax-ferjan, sum fyrr æt Stena Lagan, varð tikin upp á Sedef-skipasmiðjuni í Tuzla uttanfyri Istanbul í Turkalandi í august í fjør. Har er hon síðan longd 36 metrar.

 

Skipið varð skorið í helvt, og ein nýggj góðar 30 metrar long miðja varð sett inn ímillum til samlaðu longdina, sum nú er 222 metrar.

 

Skipið hevur fingið 80 kahúttur aftrat, og farmaorkan er vaksin 30 prosent.

 

Eftir eina ferð upp á 10 dagar, fer Stena Scandica aftur í rutu millum Nynäshamn í Svøríki og Ventspils í Lettlandi.

 

Systurskipið hjhá Stena Scandica, Stena Baltica (fyrr Stena Mersey) skal undir somu umbygging sum Stena Scandica. Tey bæði skipini vórðu smíðað í 2005 og sigldu fyrstu árini millum Belfast og Birkenhead.

 

Stena RoRo er partur av Stena Line, sum aftur er eitt av størstu ferjureiðaríunum í Evropa við 37 ferjum á 17 farleiðum.

 

Kelda: gCaptain



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=7w8Veyguu4s]
Upptøkur frá umbyggingini.