* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

‘Vistula Mærsk’ er ársins skip

Tað gjørdist ísstyrkta feederskipið, Vistula Mærsk, ið fekk heiðurin Danish Ship of the Year 2018. Dóttirfelagið hjá Maersk Line, Seago Line, eigur Vistula Mærsk.

 

Vinnarin varð almannakunngjørdur fríggjadagin 4. mai á maritimu stevnuni Danish Maritime Fair í Keypmannahavn.

 

Nevndin, sum valdi Vistula Mærsk, sigur í avgerð síni, at feederparturin av farmavinnuni í fleiri ár hevur hevur verið eitt sindur ósjónligur, tí tað hava verið stóru bingjuskipini, sum kikarin hevur verið settur á.

 

Nevndin segði eisini í niðurstøðuni:

 

- OMT og Maersk Line hava í tøttum samstarvi ment endaliga sniðið, sum er eitt gott boð upp á framtíðar feederskipið, og sum við síni ísstyrking haraftrat er heimsins størsta bingjuskip í ís-flokki 1A.

 

- Sniðið á skrokkinum hevur loddrætt stevni og eitt minni kúlustevni. Eitt sovorðið stevni er lættari at framleiða, samstundis sum tað gevur skipinum góðan framdrátt. Sniðið, sum hevur eina longri vatnlinju, er eisini orkusparandi, sigur nevndin.

 

Skipini, sum vóru í uppskoti at gerast  Danish Ship of the Year 2018, vóru: Maersk Master, Maersk Installer, Rockall (trolari) og Vistula Mærsk.

 

Hetta er fjórða árið, skipað verður fyri kappingini. Í 2014 van norska ferjan, Bergensfjrod, í 2015 Prinsesse Isabella, ein donsk ferja, og í 2016 vann OV Bøkfjord, eitt multifunksjónsskip.

 

Myndatekstur: Á ovaru myndini síggja vit vinnaraskipið, Vistala Mærsk. Á niðaru myndini síggja vit eitt av hinum fýra skipunum, sum var í uppskoti at vinna Danish Ship of the Year, Maersk Installer.

 

Kelda: Søfart