* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Nýggj smyrjitøkni, sum sprænir luft undir skrokkin, skal fáa skip at glíða betur í sjónum og harvið spara brennievni.

Luft undir skrokkin skal spara brennievni á MSC-skipi

Suðurkoreiska skipasmiðjan, Samsung Heavy, hevur sett nýggja smyrjitøkni, sum byggir á luft, í eitt bingjuskip hjá MSC. Sama tøknin skal brúkast umborð á tveimum tangabátum hjá einum øðrum reiðaríi.

 

Tað er eitt av nýggju risaskipunum hjá MSC, sum skal hava nýggju smyrjitøknina ísetta. Luft skal fáa skipið at glíða betur gjøgnum sjógvin og tískil minka um brennievnisnýtsluna.

 

Tað skrivar Yonhap sambært Shippingwatch.

 

Suðurkoreiska stór-skipasmiðjan, Samsung Heavy, sum er heimsins triðstørsta skipasmiðja, skal útgera skipið við sonevndu “Saver Air-tøknini”, sum altso minkar mótstøðuna móti skrokkinum við at spræna luft út undir skipið.

 

Samsung Heavy Industries er í ferð við at smíða seks 22.000 teu bingjuskip (lasta 22.000 20-fóts bingjur) fyri MSC, sum er næststørsta bingjureiðaríið í heiminum.

 

Sama smyrjitøknin skal nýtast umborð á tveimum LNG-tangabátum, sum sama skipasmiðjan smíðar til Celsius Tankers.

 

Kelda: Shippingwatch