* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Luttaka á offshore Europe 2013 í Aberdeen

Í gjár luttóku Heðin Mortensen, borgarstjóri, Jógvan Arge, 1. varaborgarstjóri, og Ingibjørg Berg, kommunustjóri, tá oljuráðstevnan í Aberdeen verður sett og føroyski básurin letur upp. Theresa Kreutzmann, leiðari á Kunningarstovuni í havn, er eisini við á ferðini.

Í dag verður fundur við Grampian Chamber of Commerce og hósdagin verður møguliga ein fundur við North Atlantic Petroleum Logistic Coop. Annars verða føroysku luttakararnir eisini vitjaðir.

Borgarstjórin helt, tá farið varð avstað, at hetta var eitt gylt høvi, bæði samskipað at síggja, hvat føroyska vinnan hevur at bjóða í einum altjóða útboði, men eisini at síggja og hoyra um tær ætlanir, útlendsku oljufeløgini hava í Føroyum.

Kelda: torshavn.fo