* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 

Madrid Maersk setur met í Antwerpen

Madrid Maersk, sum hoyrir til annað ættarliðið av Triple-E-skipunum hjá Maersk Line, er størsta bingjuskipið, ið hevur lagt at í Antwrpen. Eitt nýtt met varð sett, tá skipið 9. juni legði at bryggju í havnini. Skipið kom úr Felixstowe, har tað fyrstu ferð vitjaði eina evropeiska havn.

Madrid Maersk, ið er 399 metrar langt og kann lasta 20.568 tjúgufóts bingjur liggur framvegis í Antwerpen. Undir uppihaldinum arbeiða 300 havnararbeiðarar non-stop við at lossa 3.000 bingjur og lasta 4.000.

Skipari á Madrid Maersk er danin Niels P.H. Larsen. Manningin telur 24 fólk. Úr Antwerpen setur skipið, ið er knýtt at AE2-rutuni hjá Maersk Line, kós móti Rotterdam. 

Á videoini niðanfyri fer Madrid Maersk úr Felixstowe 8. juni. Tað hendi við hjálp av fýra Svitzers sleipibátum.

Kelda: fruitnet.com