* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maður deyður eftir Maersk-eldsbruna

Ein av manningini á Maersk Honam er deyður av løstunum, hann fekk undir eldsbrunanum umborð á skipinum, sum kyknaði seinnapartin týsdagin í Arabiska Havinum. Tað upplýsir reiðaríið. Eldur er framvegis í skipinum og teir fýra saknaðu menninir eru framvegis ikki afturíaftur komnir.

“Vit harmast djúpt um at hava mist ein av starvsfeløgum okkara, sum í fyrsta umfari varð fluttur av skipinum saman við 22 øðrum,“ sigur Søren Toft, rakstrarleiðari í Maersk Line, í eini dagføring frá reiðarínum.

“Vit gera alt tað, vit eru ment í hesi syrgiligu støðu, at taka okkum av manningini og halda fram við at leita eftir teimum fýra saknaðu.” Fimm skip luttaka nú í leitingini.

Eldurin kyknaði, tá Maersk Honam var á veg úr Singapore móti Suez, og er enn ikki sløktur. Sambært Søren Toft royndi manningin tvær ferðir at sløkkja eldin, men til fánýtis.

Kelda: maritimedanmark.dk

Vis billede på TwitterVis billede på TwitterVis billede på TwitterVis billede på Twitter