* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Leita verður eftir einum manni og hesum seglbátinum, sum skuldi verið onkunstaðni í Skagerakkinum.

Maður saknaður í Skagerak

Løgverja og Høvuðssentralurin í Suður-Noregi biður fólk, sum hava verið í samband við bátin “Pi” seta seg í samband við løgverjuna. Navnið á bátinum stavast við tekninum “π”.

Onki hevur verið at hoyrt ella sæð til mannin og bátin, eftir at hann fór ein siglitúr í Skagerakkinum millum Danmark, Svøríki og Agder í Noregi.

Seinasta sambandið við bátin var 20. juli í Langesund í Telemark, skrivar løgverjan í Agder á Twitter.

Vit vita ikki, hvaðar báturin skuldi, men hann skuldi so sigla í økinum, sigur Sveinung Alsaker, løgreglumaður í Agder, við VG.

Kelda: Skipsrevyen