* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maersk á odda fyri veðurlagssamtaki

Í gjár legði varastjórin í A.P. Møller-Maersk, Søren Toft, fram ætlanina “Getting to Zero Coalition”, sum er ein samtaksætlan við fleiri altjóða virkjum og felagsskapum, fram á ST-aðalfundinum í New York. Eisini Norden, Torm og DFDS, sum føroyingar sigla við, vóru “umborð”.

 

Tað eru nakrir av heilt tungu dreingjunum í alheims shippingvinnuni, sum hava tikið seg saman at fáa ferð á menningina ímóti CO2-nevtralum skipum. Málið er, at longu í 2030 verða skip smíðað, sum onki CO2-útlát hava. Og tað krevur ein kraftamikla menning.

 

Í samtakinum eru, umframt stór donsk reiðarí, eisini fyritøkur sum Shell, Trafigura, Cargill og onnur – 70 fyritøkur og felagsskapir íalt.

 

- Virknistiltøk halda bara útlátinum á einum jøvnum stigi, og slík tiltøk burturbeina onki. Til tess at taka næsta stigið ímóti at avkola (dekarbonisera) shippingvinnuna er neyðugt at broyta framdráttartøknina ella at fara yvir til reint brennievni.

 

- Og tá er neyðugt við tøttum samstarvi millum allar partar. Samtakið, sum vit almannakunngera í dag, er eitt avgerandi amboð at fáa hetta samstarvið at rigga, segði forstjórin í A.P. Møller – Maersk, Søren Skou, á ST-aðalfundinum í gjár.

 

Felagið arbeiðir fram ímóti at vera fullkomiliga veðurlags-nevtralt í 2050.

 

Kelda: Maritime Danmark