* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maersk ætlar at kanna sær 20 pst. av indiska marknaðinum

Maersk Group skal standa fyri 20 pst. av øllum útflutningi og innflutningi til og úr India í framtíðini og ætlar at vaksa upp aftur meira. Tað sigur stjórin í Group, Søren Skou, í samrøðu við indiska sjónvarpsfelagið CNBC-TV18. 

Frammanundan liggur danska reiðaríið langt frammanfyri kappingarneytar sínar innan bingjuflutning í India.

"Vit eru í løtuni ein stórur spælari í indisku innflutnings- og útflutningsvinnuni, og vit røkja umleið 18,5 pst. av handlinum og reka 17 havnir. Vit fara skjótt at hava 20 pst. av bingjuflutninginum, so vit eru ein týðandi spælari í handlinum til og úr India. Vit ætla okkum at halda fram við at vaksa," sigur Søren Skou.

Stjórin í Maersk Group vísir aftur, at felagið umhugsar uppkeyp í India - ið hvussu er í løtuni.

Áhugin at vaksa á indiska marknðinum kemur eisini til sjóndar í stóra virkseminum hjá APM Terminals' í stóra Pipavav-terminalinum í India.

Sambært Journal of Commerce brúkar APM Terminals nógva orku upp á at fáa fleiri skip at sigla upp á havnina og harvið meiri tonnasju ígjøgnum.

Tí flytir APM Terminals sítt fasta loop millum India og Fjareystur úr havnini í Mundra til Pipavav.

kelda:shippingwatch.dk