* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Maersk ætlar, at teirra skip skulu vera CO2-nevtral í 2050.

Maersk ætlar at vera CO2 nevtralt í 2050

Fyrstu skipini uttan CO2 skulu vera klár í 2030, boðar Maersk frá, og felagið mælir kappingarneytunum at koma inn í stríðið.

 

Við einari livitíð upp á 20-25 ár, og um skipini skulu kunna sigla um heimshøvini í 2050 – uttan at dálka, so er stundin koma at gera nakað við støðuna nú.

 

Tað eru boðini frá Maersk, sum meðan klimatoppfundurin er í Póllandi, sigur frá ætlan ella ambisjón síni um at hava CO2-nevtral skip í 2050. Sostatt er ætlanin hjá Maersk størri enn samtyktin hjá IMO, sum hevur sett sum mál at minka CO2-útlátið við í minsta lagi 50 prosentum í 2050.

 

At Maersk boðar frá ætlan síni júst nú, hongur saman við royndunum at fáa onnur øki klimanevtral, til dømis á vegunum, tokbreytum og í luftini. Men hetta kann bara ikki flytast beinleiðis yvir á shippingvinnuna, tí fjarstøðurnar og farleiðirnar eru so stórar á sjónum, og møguleikarnir fyri at nýta ravlað á so longum farleiðum er ikki til staðar.

 

Maersk sigur í tíðindaskrivi, at fyrstu CO2-nevtralu skipini skulu vera handilsliga burðardygg í 2030, um tað skal eydnast at røkka málinum um at vera fullkomiliga CO2-nevtral reiðarí í 2050. Tí er neyðugt at uppfinna og framleiða nýggja tøkni.

 

Kelda: Søfart