* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Maersk Line og Hamburg Sud høvdu ein vánaligan fyrsta ársfjórðing í ár.

Maersk aftur úti við vánaligum roknskapi

Roknað verður við, at greinarar fara at lækka vónirnar til Maersk. Tað sigur íløgubankin, Jefferies, eftir uppaftur ein roknskap, sum var eitt vónbrot hvat rakstrinum viðvíkur.

 

Hósdagurin í farnu viku var vánaligasti dagur hjá Maersk-partabrøvunum í 12 ár.

 

Roknskapurin fyri fyrsta ársfjórðing hjá A.P. Møller-Mærsk var á ongan hátt væl móttikin á partabrævamarknaðinum, tá b-partabrævið varð sent 8,9 prosent í minus til 9.252 kr.

 

“Lægri inntøka orsakað av stórum meirútreiðslum,” var frágreiðingin til reaksjónirnar á marknaðinum.

 

Roknað verður nú við, at greinarar seta vónirnar til úrslitið hjá Mærsk fyri alt árið niður, hóast felagið framvegis væntar eitt ársúrslit áðrenn av- og niðurskrivingar, ebitda, upp á 4-5 milliardir dollarar. Í 2017 hevðir Maersk eitt avlop uppá 3,5 milliardir dollara.

 

Við einum falli upp á ávikavist 8,3 og 8,9 prosent var talan um eitt størri fall í A- og B-partabrøvunum, enn tað hevur verið ein einstakan dag seinastu mongu árini. Hin 27. juni  í 2006 fall virðið 8,37 og 9,28 prosent.

 

Sambært greinarum hjá Jefferies var tað serliga í Ocean-handlinum, har vit nú finna Maersk Line og Hamburg Süd, at tað gekk illa. Her vaks rakstrarvinningurin bara 2 prosent til 492 milliónir dollarar, sum var 34 prosent undir uppruna-málinum uppá 741 milliónir dollarar.

 

David Kerstens sigur orsøkina vera, at Hamburg Süd hevði eitt avlop upp á bara 88 milliónir dollarar, meðan rakstrarútreiðslurnar í Oseans-handlinum vuksu við heili 41 prosentum.

 

Kelda: Shippingwatch