* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Mærsk ávarar ímóti handilskríggi eftir amerikanska fráboðan um høgan toll

Tað fer at skaða heimshandilin, um USA setir toll á innflutning av stáli og aluminium, ljóðar ávaringin frá A. P. Møller - Mærsk.

Skrúvar USA upp fyri tollinum á innflutningi av stáli og aluminium fer tað at raka heimshandilin, staðfestir danska A. P. Møller - Mærsk fyri Børsen.

"Ongin ivi er um, at hægri tollur umframt mótvirkandi tiltøk fara at skaða yvirskipaða heimshandilin og økja framleiðsluútreiðslurnar í raktu londunum. Tí ávara vit ímóti eini slíkari gongd," sigur Mikkel Elbek Linnet, miðlaráðgevi hjá danska reiðarínum.

Amerikanski forsetin ætlar at leggja 25 pst. toll á innflutning av stáli og 10 pst. á innflutning av aluminium.

Eftir fráboðanina hjá Donald Trump fall partabrævavirðið í Mærsk við meira enn 4 pst., men Mikkel Elbek Linnet leggur dent á í samrøðuni við Børsen, at ætlaði revsitollurin ikki fer at ávirka Mærsk stórvegis. Orsøkin er, at sjóflutningur av stáli og aluminium fer fram á øðrum økjum enn bingjum.

Kelda: shippingwatch.dk