* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maersk avskrivar alt í Russlandi til null

Alt, vit hava í Russlandi, verður nú niðurskrivað til null, eins og reiðaríið gevst at royna at fáa 20.000 bingjur út úr kígsherjandi landinum. Tað segði Søren Skou, CEO hjá Maersk, á einum tíðindafundi í sambandi við metúrslitið hjá felagnum.

 

- Vit hava niðurskrivað alt í Russlandi til null. Vit hava niðurskrivað Global Ports, vit hava niðurskrivað tær 20.000 bingjurnar – og útistandandi skuld hjá kundum. So má tíðin vísa, um vit kunnu fáa nakað av tí inn aftur sum frálíður, sigur Søren Skou.

 

Samstundis sum A.P. Møller – Maersk læsir alt niður og gevst við øllum virksemi í Russlandi, verður tað gjørt varisliga, so tað ávirkar starvsfólkini minst møguligt, og onkur loysn skal finnast fyri hvørt einstakt starvsfólk, skrivar Maersk í fjórðingsroknskapinum.

 

Kríggið rakar eisini umleið 600 ukrainarar, serliga sjófólk, sum eru í starvi hjá Maersk. Reiðaríið bjóðar hesum fólkunum og familjum teirra stuðul, eisini teimum, sum ynskja at verða flutt í onnur størv.

 

- Sum ein part av hesi tilgongdini hevur A.P. Møller – Maersk gjørt neyðhjálpar-miðdeplar uttan fyri Ukraina fyri at lætta um undir truplu umstøðunum, skrivar reiðaríið.

 

Kelda: Børsen/Maersk