* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Mærsk hevur gjørt sáttmála um átta CO2-nevtral bingjuskip við kapasiteti upp á 16.000 teu hvørt. Skipini verða smíðað á Hyundai Heavy Industries-skipasmiðju í Suðurkorea. Fyrsta skipið verður latið eigaranum tíðliga í 2024, og við í bíleggingini er møguleiki fyri at smíða fýra skip aftrat av hesum sama slagnum.

 

“Skulu vit loysa veðurlagstrupulleikarnar, so er tað nú, at vit mugu handla,” sigur Søren Skou, forstjóri í A.P. Møller – Mærsk.

 

“Hesin ordrin vísir, at CO2-nevtralar loysnir eru møguligar á øllum økjum hjá reiðarínum, og at Mærsk vil nýta slíkar loysnir til eitt vaksandi tal av kundum okkara, sum vilja hava “grønari” loysnir í veitingarliðini,” sigur Søren Skou.

 

Nýggju skipini koma í staðin fyri eldri skip, sum sigla fyri reiðaríið í løtuni. Skipini skulu sigla upp á “grønt metanol”, og koma sostatt at spara umleið eina millión tons CO2 árliga.

 

Kelda: Maritimedanmark