* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maersk broytir mannagongdina við kadettum

Í framtíðini vera fleiri danskir og indiskir kadettar (offisersnæmingar) umborð á skipum hjá Maersk. Afturfyri vera færri kadettar úr londum sum Suðurafrika og Stórabretlandi. Tað eru broytingar í langtíðar manningarætlanini hjá Maersk, ið er orsøkin.

 

- Vit royna alla tíðina at menna rakstur okkara, skrivar Maersk í einum teldubrævi til Maritime Danmark.

 

Í teldubrævinum leggur Maersk áherðslu á, at broytingarnar ikki ávirka verandi kadettar.

 

- Allir verandi kadettar fáa høvi at gera útbúgvingina til yvirmann lidna, soleiðis at útbúgvingin livir upp til altjóða arbeiðstreytir, verður sagt í teldubrævinum.

 

Samstundis slær Maersk fast, at lógarfestu treytirnar yvirfyri “UK Tonnage Tax” verða hildnar. Í veruleikanum hevur Maersk Line kortini ikki átt skip undir bretskum flaggi síðan 2015, og Maersk Supply Service hevur heldur ongi frálandsskip undir bretskum flaggi.

 

Kelda: Maritime Danmark