* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maersk broytir nøvn á síðuni á skipum sínum

A.P. Møller-Maersk hevur í longri tíð rebrandað bingjuvirksemið, og nú er stutt eftir á mál, skrivar Alphaliner. Bingjuskipini hava millum annað skift navn.

 

Seinastu tíðini hava fleiri av bingjuskipunum hjá Maersk manglað eitt heilt serligt eyðkenni.

 

Á síðunum á fleiri av stórur skipunum stendur ikki longur ”line” við stórum svørtum bókstavum. Talan er kortini ikki um nakran feil, men um eina tilætlaða broyting, nú bingjuhandilin hjá felagnum verður rebrandaður.

 

Í tí sambandinum verður ”Maersk Line” tikið burtur.

 

Løgfrøðiliga felagið, Maersk Line A/S broytir seinni í ár navn til Maersk A/S.

 

Og seinastu vikurnar eru tey Maersk-skip, sum hava verið í dokk til eftirlit, komin aftur á heimshøvini bara við ”Maersk” týðiliga skrivað á skipssíðuni.

 

Kelda: ShippingWatch